Saunaøkið til sjódypparar í Tórshavnar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Býráðið í Tórshavnar kommunu hevur einmælt samtykt at bjóða ávís øki út til sjóbundið vælveru- og trivnaðarvirksemi í sambandi við sjódypping og líknandi virksemi.

Málið við heitinum Sauna/saunagos í Tórshavnar kommunu heimilar umsitingini at bjóða økini í Álakeri, í Kollafirði og í Nólsoy út til sjóbundið vælveru- og trivnaðarvirksemi.

Sum tað stendur í fundarskjalinum: – Fólk dyppa í dag á støðni í Hoyvík, í Sandagerði, á Hvítanesi, í Kaldbak, í Kollafirði, í Nólsoy og so framvegis. Men viðurskiftini eru í dag óskipað og kunnu elva til ógreiðar mannagongdir, ótryggar umstøður og óvissu fyri brúkarar og veitarar.

Tískil er ætlanin at gera viðurskiftini tryggari og greiðari, bæði fyri almenningin, sum fær betri og støðugari tilboð, og fyri vinnuna, sum fær greiðar karmar at virka undir.

Nýggju tilmælini innibera eisini ætlanir um at flyta ruskplássið í Kollafirði og at skipa brúksavtalur fyri støðini í Hoyvík og Sandagerði.

Allar viðkomandi nevndir hava samtykt málið, og vatngóðskukanningar eru gjørdar fyri at tryggja heilsugóðar umstøður.

Endamálið er at skapa eitt skipað og framkomið vælveruøki í kommununi, sum kann gagna bæði borgarum og ferðafólki.