Jacob Vestergaard spyr um valsvik í Oyndarfirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, vil hava greiðu á, hvat er hent við valinum í Runavíkar Kommunu.

Hann spyr landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, um viðurskiftini viðvíkjandi valsvikinum á valstaðnum í Oyndarfirði.

Jacob Vestergaard, sum bæði hevur verið løgreglumaður og sýslumaður, sigur, at hann kennir til slíkt arbeiði, og tí skulu frágreiðingar nú leggjast fram.

Fyrispurningurin snýr seg um, hvørt løgreglan hevur greitt landsstýrismanninum frá um kanningina av møguligum óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum. Hann vil eisini vita, um samskifti hevur verið teirra millum.

Sambært Jacob Vestergaard, svaraði landsstýrismaðurin longu 9. apríl, at hann vildi ikki viðgera málið, fyrrenn kanningararbeiðið hjá løgregluni var liðugt. Nú heldur Jacob, at tíðarskeiðið er ov langt. Jacob Vestergaard sigur, at slíkar kanningar taka ikki eitt hálvt ár at avgreiða.

Jacob Vestergaard heldur tað vera sera álvarsamt, at ivi framvegis er um valúrslitið, serliga tá ið tað snýr seg um ein valseðil, ið broytti úrslitið í kommununi.

Við hesum spyr Jacob Vestergaard alment, so allur ivi kann verða beindur av vegnum.