Um vikuskiftið verður Ovastevna í Nólsoy. Klokkan 14.00 leygardagin setur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, stevnuna. Men longu fríggjadagin eru nógv tiltøk á skránni.
Fríggjakvøldið klokkan 21.30 er Ovastevnu-quiz við Karlot í tjaldinum á keiini.
Leygarmorgun klokkan 10.00 er morgundypp á Malarenda. Morgundypparar úr Nólsoy bjóða dyppi-temunn og kaffi. Samstundis verður svimjikapping um fjørðin, og fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy klokkan 11.30.
Leygarkvøldið klokkan 22.00 verður felagssangur á keiini. Sangheftið fæst á staðnum og á kor.fo..
Á skránni eru eisini sangleikur, konsertir, skattaveiða, barnabasarur og søgulig frásøgn um matmentan. Eisini verður føroyskur dansur í Avhaldshúsinum.
Tónleikurin á Ovastevnu er fjølbroyttur og livandi. Leygarkvøldið spæla Guðrið Hansdóttir, Eyðun Nolsøe, Jónas og Helge, og bólkurin Galaksi í tjaldinum. Tunghoyrt spæla á altanuni hjá Anju og Svein á keiini, og DJ Kingz hava barnatónleik fyrr um dagin. Eisini eru fleiri kórframførslur í kirkjuni við manskóri, kamarkóri og Xperiment.
Sunnudagin klokkan 12.00 er guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, og klokkan 14.00 verður súkklukapping uppi á Brekkum.
Skráin á Ovastevnu
Fríggjadagin 15. august
- 09:30 Matvørubúðin er opin til kl. 19:00
- 10:00 Ovasavnið letur upp, opið til kl 17
- 13:00 Maggie’s er opið til kl. 00:00
- 14:00 Heimavirkið er opið til kl. 17:00
- 19:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
- 19:00 Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 23:00
- 20:30 Andakt í kirkjuni við Steintóru G. Joensen, presti
- 21:30 Ovastevnu Quiz við Karlot í tjaldinum á keiini
- 00:00 Amigos spæla í tjaldinum á keiini
Leygardagin 16. august
- 09:00 Matvørubúðin er opin til kl. 20:00
- 10:00 Morgundypp á Malarenda
- 10:00 Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 11:30
- 10:30 Morgunsangur í kirkjuni við Steintóru G. Joensen, presti
- 11:00 Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan beint aftaná
- 11:00 Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl 13 og 15
- 11:30 Marknaður í erva í Royndarhúsinum
- 11:30 “Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava”. Søguforteljing um matmentan og grønmetisframleiðslu + brellbitar. Byrjar uttanfyri hjáMaud
- 12:00 Ovasavnið letur upp. Atgongumerkjasøla í Avhaldshúsinum. Opið til kl 20:00
- 12:00 Ovasavnið selur Vinuvaflur og kaffi/te í Avhaldshúsinum. Opið til kl 19:30.
- 12:00 “Áhugafelagið Stavnur” selur mat, drekka og lutaseðlar á Malarenda
- 12:00 Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00
- 13:00 Havnarkórið, undir leiðslu av Leif Hansen hevur konsert í kirkjuni
- 13:00 Maggie’s er opið til kl. 03:45
- 13:30 Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini.
- 14:00 Elsa Berg, borgarstjóri, setur stevnuna á keiini, Havnarhornorkestur spælir
- 14:30 Tombola fyri kirkjuhús í erva í Royndarhúsinum
- 14:30 Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum á keiini
- 14:00 7D biografur úti á Veg, kostnaður 50 kr
- 15:00 Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr, einansreiður peningur
- 15:00 Barna- og familjutiltak úti á Træbrúgv – við vøllin
- 15:00 Barnabasarur – úti á Træbrúgv
- 15:00 Skattaveiða byrjar við vøllin
- 15:00 Tórshavnar kamarkór hevur konsert í kirkjuni, Bernhardur Wilkinson stjórnar
- 15:00 Neytakonurnar – sangleikur fyri alla familjuna í Missiónshúsinum. Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar.
- 15:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
- 15:00 Ívar og vinmenn spæla á keiini
- 15:00 Matsøla úti á Veg
- 16:00 Skattaveiða byrjar við vøllin
- 16:00 Xperiment hevur konsert í kirkjuni, Ásbjørn Bertelsen stjórnar
- 16:30 DJ Kingz, tónleikaframførsla fyri børn á keiini
- 17:00 Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
- 17 :00 Neytakonurnar – sangleikur fyri alla familjuna í Missiónshúsinum. Atgongumerki á 100 kr fáast við dyrnar.
- 17:00 Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Jón Festirstein stjórnar
- 18:00 Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr ”101 kórsangur”
- 19:00 Guðrið Hansdóttir, tónleikaframførsla á keiini
- 20:00 Eyðun Nolsøe, spælir á Maggie’s, ókeypis atgongd
- 21:00 Jónas og Helge, tónleikaframførsla á keiini
- 22:00 Felagssangur við fylgispæli á keiini
- 22:45 Tunghoyrt spæla á altanuni hjá Anju og Svein á keiini
- 23:00 Galaksi spæla í tjaldinum á keiini
- 23:00 Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
- 23:00 Dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark, atgongumerki 100kr
Sunnudagin 17. august
- 12:00 Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti.
- 14:00 Matvørubúðin er opin til kl. 17:00
- 14:00 Súkklukapping uppi á Brekkum fyri unglingar og vaksin. Havnarsúkklufelag skipar fyri.
- 15:00 Maggie’s er opið til kl. 00:00