Paul Watson og John Paul De Joria eru nú komnir inn aftur um 12 fjórðingamarkið. Portal.fo og Vágaportalurin siga, at grind er í Sandávági, men at hon helst verður merkt.
Ivaleyst er tað hetta, ið Paul Watson og manning hansara eru á veg til.
John Paul De Joria hevur seinastu hálvuaðru vikuna ligið eystan fyri 12 fjórðingamarkið, men í løtuni siglir skipið við 12 mílaferð móti Skopunarfirði, og ivaleyst skal hann síðani longur vestureftir til Sandavágs.
Á Facebook síðuni hjá Captain Paul Watson Foundation verður gjørt greitt, at tey eru varug við, at grindin í Sandavági verður merkt. Tey gera kortini vart við, at føroyski framferðarhátturin at merkja hvalir er óvanliga stressandi og ágangandi.
Brimil er í løtuni á vágni í Havn, meðan Tjaldrið liggur uttan fyri Fuglafjørð. Hvidbjørnen liggur eisini uttan fyri Havnina sambært Marinetraffic.