Tingfundur í er dag klokkan 11 í dag. Seinast á fundinum er aðalorðaskiftið um alivinnuna. Tað Landsstýrismaðurin í uttanríkis-og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum leggur frágreiðing um alivinnuna til aðalorðaskiftis á Løgtingi.
Landsstýrismaðurin sigur at endamálið við frágreiðingini er at geva Løgtinginum høvi at viðgera viðurskiftini í alivinnuni. Í frágreiðingini eru øll týðandi viðurskifti viðvíkjandi alivinnuni lýst so fullfíggjað sum gjørligt innan fyri teir karmar, sum ein slík frágreiðing setur.
Á skránni eru eisini 3. viðgerð av hesum málum:
- Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2024
- Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um bókasøvn
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi
- Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing, lov om Gældsbreve, løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m. og løgtingslóg um tinglýsingaravgjald
- Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2024 (Barnaverndarøkið)
Eisini er 2. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.