– Ætlar landsstýrismaðurin at krevja revsiváttan frá útlendskari arbeiðsmegi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, hevur sett landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarna Kárason Petersen, ein skrivligan fyrispurning um treytir fyri útlendska arbeiðsmegi.

Beinir Johannesen vil vita, um landsstýrismaðurin hevur umrøtt møguleikan at krevja revsiváttan frá útlendskum arbeiðstakarum og áseta treytir fyri samfylgjandi familju.

Í viðmerkingunum til spurningin vísir Beinir Johnnesen á, at Føroyar hava havt stóran tørv á arbeiðsmegi í fleiri ár, og tí hevur verið neyðugt at innflyta fólk uttanlands. Tó hevur hetta eisini ført við sær avbjóðingar.

Í løtuni er einki krav um revsiváttan frá útlendskum arbeiðsmegi, og miðlasøgur hava víst á, at fólk við kriminellari fortíð eru komin til Føroya. Harumframt ber til hjá útlendingum, sum fáa arbeiðsloyvi at taka maka og børn við, uttan at serlig treytir verða sett.

Beinir Johannesen leggur dent á, at tað kann leggja trýst á vælferðartænastur, eitt nú skúlaøkið, og tí er neyðugt at vera á varðhaldi.

Hann hevur áður sett ein fyrispurning um hetta, og tá svaraði landsstýrismaðurin, at hann fór at umrøða málið við danska ráðharran.

Hesin nýggi fyrispurningurin skal staðfesta, um samtalurnar hava verið, og um treytir kunnu væntast settar í nærmastu framtíð.