Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning um landstýriskvinnan ætlar at loyva privatfólki at tolla frakt sjálvi talgilt, eins og vinnulívið kann, og um speditørar skulu hava loyvi at tolla frakt talgilt fyri privatkundar.
Upprunin til fyrispurningin er, at mong fólk uppliva, at tað tekur langa tíð at tolla frakt til privatpersónar, meðan vinnukundar kunnu tolla sjálvir talgilt á Vinnuglugganum. TAKS skal gera alt arbeiðið fyri privatkundar, og tað ger, at kundin má bíða longri.
Jørgen Niclasen hevur áður sett hesar spurningar í mei í fjør. Tá segði landsstýriskvinnan, at TAKS arbeiddi við einari ætlan um at loyva speditørum at tolla talgilt fyri privatkundar. Hon nevndi, at ein tíðarætlan kundi gerast til einaferð í heyst, men nú er heystið farið og einki er at hoyra um nakrar tíðarætlan.
Nú reisir Jørgen Niclasen so fyrispurningin enn einaferð fyri at fáa greiðu á, nær ein talgild tollingarskipan verður sett í verk fyri privatpersónar.