Umhvørvismálaráðið hevur sent eina kunngerð til hoyringar, sum broytir, hvussu akfør verða skrásett og tinglýsingar framdar.
Øll akfør í Føroym eru skrásett í einari sonevndari akfarsbók, og frá 7. apríl 2025 skulu mannagongdir hesum viðvíkjandi gerast skjótari og meira nýmótans.
Kunngerðin flytur skásetingina frá pappírsskjølum til talgildar fráboðanir og undirskriftir.
Tey, ið ynskja at vera góðkend sum fráboðarar, skulu prógva sínar førleikar og veita fíggjarliga trygd, so álitið á skipanina verður varðveitt.
Fólk, sum ikki kunnu nýta talgilda undirskrift, kunnu framvegis brúka pappírsskjøl í ávísum førum.
Kunngerðin er partur av eini ætlan um at nútímansgera almennu fyrisitingina og gera tinglýsingar meira effektivar.
Borgarar verða bidnir um at kunna seg um broytingarnar, so øll kunnu fylgja við og brúka nýggju skipanina.