Bogaskjúttin Nikkel Petersen hevur lagt eitt filmbrot út bólkin Oyggjaleikir 2025 Orkney á Facebook, har Aksel V Johannesen. løgmaður, Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, og Eirikur í Jákupsstovu, ítróttarmálaráðharri loypa á bláman niðri í Orknoyggjunum.
Nikkel Petersen skrivaði fyrr í dag soleiðis:
– Eg havi gjørt eina avtalu við løgmann Aksel V Johannesen, Elsu Berg, borgarstjóra í Havn, og Eirik í Jákupsstovu, ítróttarmálaráðharra, um, at tey skulu loypa á sjógv, um bogaskjóting vann 4 GULL-heiðursmerki á Oyggjaleikum.
Hatta hava vit klára við ikki færri enn 7 GULL-heiðursmerkjum higartil
So vit fara at bjóða tykkum øllum at verða við at heppa á tey. Hettar verður kl 19:45 í kvøld. Tad verður har, vit øll tóku felagsmyndina eftir setanina (við hotel Kirkwall)
Her sæst filmsbrotið, tá ið tey trý loypa á bláman: