Altjóða kvinnudagur í Fuglafirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Aftur í ár verður altjóða kvinnudagurin hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 8. mars.

Tiltakið byrjar klokkan 17.30, tá Systrar hava støkk-upp café. Eisini hevu rBjørg Elttør, ung fotolistakvinnan úr Klaksvík, sum lesur í Týsklandi, framsýningina ‘Trá(ð)leysir nalvastreingir’.

Klokkan 19.00 byrjar sjálva tiltakið við Annika Hoydal, sum fer at spæla nøkur av sínum løgum, og Elisa Vang fer at undirhalda við skemti.

Óluva Zachariasen stýrir tveimum sofaprátum.

Í fyrsta prátinum tosa Bjørg Elttør, Rigmor R. Dam og Maria Jørðdal um spurningin: ‘Er móðurskapur eitt frítt val?’

Í øðrum prátinum verður spurt, ‘Hví skulu vit tíma at fáa okkum børn?’ Malan Johansen, Ruth Vang, Gudny Vang og aðrar luttaka.

Eisini verður ‘ársins Brita’ vald. Brita er heitið fyri eina sterka, framsøkna og djørva kvinnu, sum stendur við síni virðir. Dómsnevndin fær uppskot frá lesarunum hjá Kvinnu, men hevur frælsi at velja egin uppskot.