Amnesty International Føroyar hevur í morgun sent út tíðindaskriv um eina nýggja frágreiðing, sum ákærir Ísrael fyri fólkadráp á palestinar í Gasageiranum.
Frágreiðingin sigur, at Ísrael hevur framt gerðir, sum eru bannaðar sambært sáttmálanum um fólkamorð við tí ætlan at týna palestinar í Gasa. Amnesty heitir á altjóða samfelagið um at steðga hesum gerðum og forða fyri, at lond útflyta vápn til Ísrael, sum annars kunnu gerast samsek í fólkadrápi.
Kanningararbeiðið hjá Amnesty hevur víst, at Ísrael hevur framt hesar gerðir í mánaðir, hóast óteljandi ávaringar um humaniteru støðuna í Gasageiranum og løgfrøðiligu bindandi avgerðina hjá Altjóða Dómstólinum um at seta tiltøk í verk fyri at humaniter hjálp kundi veitast sivilum í Gasa.
Amnesty krevur eisini, at allir sivilir gíslar skulu latast leysir, og at Hamas og aðrir vápnaðir palestinskir bólkar skulu verða hildnir til svars fyri brotsverkunum 7. oktobur. Amnesty heitir eisini á ST trygdarráðið um at seta í verk ítøkilig revsitiltøk móti teimum, sum hava verið mest við í brotsverkum sambært altjóða lóg.
Alt tíðindaskrivi er her:
Nýggj frágreiðing: Niðurstøðan í drúgvari kanning hjá Amnesty International er, at Ísrael fremur fólkadráp móti palestinum í Gasageiranum
Drúgv kanning hjá Amnesty International vísir, at grundarlag er fyri at staðfesta, at Ísrael fremur fólkadráp á palestinar í hersetta Gasageiranum. Tað sigur felagsskapurin í nýggju frágreiðingini, sum er komin út í dag: Tú følir teg sum eitt undirmenniskja: Fólkadráp á palestinar í Gasageiranum.
– Frágreiðingin hjá Amnesty International vísir, at Ísrael hevur framt gerðir, sum eru bannaðar sambært sáttmálanum um fólkamorð, við tí ætlan at týna palestinar í Gasa. Gerðirnar fevna um dráp, likamlig og sálarlig mein og at áleggja ólivilig kor fyri palestinar í Gasa, sum hava deyðan sum fylgi. Mánað eftir mánað er Ísrael farið við palestinum, sum vóru tey undirmenniskju, sigur Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari hjá Amnesty International.
Í mánaðir hevur Ísrael hildið fram við gerðum, sum eru brot á sáttmálan um fólkamorð, vælvitandi um óbøtiligu skaðarnar á palestinar í Gasa. Ísrael hevur hildið fram hóast óteljandi ávaringar um humaniteru støðuna í Gasageiranum og hóast løgfrøðiligu bindandi avgerðina hjá Altjóða Dómstólinum, ICJ, um, at Ísrael alt fyri eitt skuldi seta tiltøk í verk fyri at humaniter hjálp kundi veitast sivilum í Gasa.
Seinastu tveir mánaðirnar er støðan í Norðurgasa vorðin serliga álvarsom, har kringsettu íbúgvarnir eru fyri hungursneyð, burturflytingum og oyðing, meðan bumbuálop halda áfram og humaniter hjálp framvegis verður forðað.
– Okkara kanningarúrslit mugu fáa altjóða samfelagið at rakna við: Hetta er fólkamorð. Tað skal støðga nú. Lond, sum framhaldandi útflyta vápn til Ísrael mugu nú vita, at tey bróta teirra skyldur at forða fyri fólkamorði, og at tey kunnu gerast samsek í fólkamorði, sigur Agnés Callamard.
Amnesty International hevur í smálutum kannað gerðirnar hjá Ísrael í Gasa frá 7. oktobur 2023 til fyrst í juli 2024. Amnesty hevur gjørt samrøðu við 212 fólk, herav palestinsk vitni og yvirlivandi, myndugleikar í Gasa og heilsustarvsfólk. Kanningararbeiði er gjørt á staðnum og ein ørgrynna av myndum, filmsbrotum, fylgissveinamyndum og øðrum talgildum tilfari er greinað. Eisini hevur felagsskapurin kannað útsagnir hjá fólki í stjórnini og herinum.
Gerðirnar, sum Ísrael hevur framt á Gasa, eru gjølla kannaðar – hvør sær og í síni heild. Atlit eru tikin til, um gerðirnar hava verið endurtakandi og um tær hendu samstundis; atlit eru tikin til avleiðingarnar av hvørjari einstøku gerð, av samlaðu avleiðingunum og um sínamillum styrkjandi avleiðingarnar; og atlit eru tikin til vavið og álvarsemið av løstunum og oyðingini yvir tíð.
Fleiri ferð hevur Amnesty sett seg í samband við ísraelskar myndugleikar um kanningarúrslitini, men tá ið frágreiðingin kom út, var einki aftursvar komið.
Vavið av týning og oyðing er uttan fordømi Aftursvarið hjá Ísrael aftaná ræðuligu álopini hjá Hamas 7. oktobur 2023 hevur nærum forkomið íbúgvunum í Gaza. 7. oktobur 2024 høvdu harðrendu hernaðaratsóknirnar dripið fleiri enn 42.000 palestinar, herav fleiri enn 13.300 børn, og fleiri enn 97.000 vórðu løstaði. Nógv av hesum álopunum vóru beinleiðis álop ella álop, har ikki varð skilt millum sivil og hernaðarlig mál. Álopini hava týnt heil ættarlið í fleiri familjum, og hava ført við sær oyðing uttan fordømi. Serfrøðingar siga, at hetta stríðið hevur elvt til størri og skjótari oyðing enn nakað annað stríð í 21. øld. Tað hevur ført við sær, at heilir býir eru jarðlagdir og at lívsneyðug undirstøðukervi, landbúnaðarjørð og mentanar- og trúðarstøð eru oyðiløgd. Tað er ikki longur búgvandi í stórum pørtum av Gasa.
Mohammed, sum saman við familju síni flýddi frá Gasa býi til Rafah í mars 2024 og aftur mátti flýggja í mai 2024, hevur lýst teirra bardaga fyri at yvirliva í ræðuligu umstøðunum:
– Her í Deir al-Balah er tað eins og heimsins undirgangur… tú mást verja børn tíni fyri skordýrum, fyri hitanum, og her er onki reint vatn, eingi ves, alt hetta samstundis sum at bumbuálopini ongantíð steðga. Tú følir teg sum eitt undirmenniskja her.
Ísrael hevur noytt íbúgvar í Gasa at liva undir umstøðum við einari deyðiligari blanding av føðslutroti, hungri og sjúkum, og hetta hevur spakuliga og tilætlað dripið palestinar.
Summar av einstøku gerðunum, sum Amnesty International hevur kannað, eru álvarsom brot á altjóða humanitera lóg ella altjóða mannarættindalóg. Gerðirnar í síni heild og heildarmyndin av ísraelsku herðferðini og kumulativa ávirkanin av teirra taktikki og gerðum, vísír, at einasta niðurstøðan er, at Ísrael fremur fólkamorð.
– Tá ið havt verður í huga, at hesar gerðirnar eru framdar í umstøðum, sum longu áðrenn 7. oktobur vóru vanlukkuligar, við burturflytingum, apartheidsskipanini og ólógligu hernaðarligu hersetingini, kundu vit bara koma til eina niðurstøðu: ætlanin hjá Ísrael er likamlig týning av palestinum í Gasa, um tað so er samstundis við ella fyri at røkka hernaðarliga málinum at oyða Hamas, sigur Agnés Callamard.
Tilætlað týning Fyri at kanna, um Ísrael tilætlað hevur týnt palestinar í Gasa, hevur Amnesty eitt nú greinað yvirskipaðu herførsluna hjá Ísrael í Gasa og gjøgnumgingið útsagnir hjá fólki í stjórnini og í herinum. Apartheitskipanin, fulkomni stongsilin av Gasa og ólógliga hernaðarliga hersetingin av palestinska økinum skal eisini havast í huga.
Ísrael hevur hildið uppá, at málið við álopunum á Gasa var at oyða Hamas og aðrar vápnaðir bólkar. Hóast stríðsmenn hava verið tætt við ella í tættfólkaðum staði, hevur Ísrael skyldu at taka øll fyrivarni at verja sivil, og harvið ikki fremja óproportionell álop ella álop, sum ikki silja ímillum sivil og hernaðarlig mál. Harafturat kann talan vera um eina tilætlan um fólkadráp, samstundis sum Ísrael hevur onnur hernaðarlig mál, sum at oyða Hamas.
Í kanningini viðgjørdi Amnesty eisini, um tað kundi verið onnur endamál við herførsluni t.d. at Ísrael ikki tilætlað týnir palestinar, men at atlit heldur verður tikið til, at sivilir palestinar verða týndir í royndini at oyða Hamas. Uttan mun til hvørt Ísrael sær drápini av palestinum sum eitt amboð at oyða Hamas ella sum eina avleiðing av at oyða Hamas, so er tað ein vanvirðing av palestinskum lívum og ein staðfesting av sjónarmiðinum, at palestinar kunnu drepast. Hetta er í sjálvum sær eitt prógv um ætlan um fólkadráp.
Amnesty gjøgnumgekk 102 útsagnir hjá fólki í stjórnini, herinum og øðrum almennum stovnum. Útsagnirnar dehumaniseraðu palestinar, heittu á ella rættvísgjørdu, at fólkadráp ella at aðrar brotsgerðir vórðu framdar. Nógvar av ólógligu gerðum, sum Amnesty International hevur skjalprógvað, høvdu hesi fólk frammanundan heitt á um at seta í verk. 22 av hesum útsagnunum vórðu áheitanir um ella rættvísisgering av fólkamorðsgerðum.
Hesar eru beinleiðis prógv um tilætlan um fólkadráp. Útsagnirnar vórðu ofta endurtiknar, eisini av ísraelskum hermonnum á vígvøllinum. Verifiseraði filmsbrot vísa hermenn rópa um at “beina fyri” Gasa ella at gera Gasa óbúgvandi, og eisini fagna teir oyðingini av palestinskum heimum, moskum, skúlum og universitetum í filmsbrotunum.
Dráp og álvarsligir likamligir ella sálarligir skaðar Amnesty International hevur skjalprógvað fólkamorðsgerðir, sum drupu og elvdu til álvarsligar sálarligar og likamligar skaðar á palestinar í Gasa.
Amnesty hevur kannað 15 loftálop millum 7. oktober 2023 og 20. apríl 2024, sum drupu í minsta lagi 334 sivilfólk, herav 141 børn, og løstaði fleiri hundrað onnur. Amnesty fann ongi prógv fyri, at hesi álopini vóru ætlað hernaðarligum málum.
20. apríl 2024 legði eitt loftálop húsið hjá Abdelal í grannalagnum Al-Jneinah í eystara parti av Rafah í oyði, og trý ættarlið av palestinum doyðu, harav 16 børn, meðan tey svóvu.
Meðan hesi álopini bert umboða ein brotpart av ísraelsku loftálopunum, so vísa tey eitt breiðari mynstur av endurtakandi álopum á sivilfólk og sivilar lutir ella tilætlað álop, har tað ikki verður skilt millum sivil og hernaðarlig mál. Álopini vórðu eisini tilrættisløgd, so at tey elvdu til høg deyðstøl og løstir hjá sivilfólkinum.
Tilrættisløgd likamlig oyðing Frágreiðingin skjalprógvar, hvussu Ísrael tilætlað legði til rættis lívskorini hjá palestinum í Gasa, so at høvdu deyða sum fylgi.
Hetta varð gjørt við at: skaða og oyða lívsneyðugt undirstøðukervi; endurtaka rúgvusmikil, tilvildarlig og forvirrandi evakueringsboð; og nokta og forða fyri, at neyðugar tænastur, humaniter hjálp og aðrar lívbjargandi veitingar vórðu loyvdar inn og runt í Gasa.
Eftir 7. oktober 2023 setti Ísrael í verk fullkomnan stongsil av Gasa og kvetti fyri streymi, vatni og brennievni. Atgongdin til orkukeldur var neyvt stýrd, avgerandi humanitera hjálpin til og í Gasa varð í stóran mun noktað, og forðað var fyri innflutningi og veiting av lívbjargandi lutum (serliga til økið norðanfyri Wadi Gasa). Saman við hóptvingsilsflytingum og umfatandi skaðum á heim, sjúkrahús, vatn- og sanitetsverk og landbúnaðarjørð í Gasa, elvdi hetta til hungursneyð og sjúkuspjaðing. Serliga ávirkaði hetta smábørn og kvinnur, sum vóru upp á vegin ella góvu bróst, og væntast kunnu langtíðaravleiðingar á teirra heilsu.
Ferð eftir ferð gav Ísrael evakueringsboð og burturflutti nærum 1,9 milliónir palestinar – 90% av fólkatalinum í Gasa – í alsamt minni og ótryggar lummar til ómenniskjaligar umstøður. Summi vórðu tvingsilsflutt 10 ferðir. Hóast umstøðurnar skjótt gjørdust óhóskandi fyri fólk at vera í, gjørdu ísraelskir myndugleikar ikki av at verja tey burturflutt sivilu og tryggja grundleggjandi tørvir. Hetta vísir, at gerðirnar vóru tilætlaðar.
Standa til svars fyri fólkamorð
- Tað er ein ógvuslig skomm, at tað ikki hevur eydnast altjóða samfelagnum at trýsta Ísrael at støðga ræðuleikunum, sum verða framdar í Gasa,” sigur Agnès Callamard, altjóða aðalskrivari.
í farna mánaði gav Altjóða revsidómstólurin (ICC) boð um, at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og fyrrverandi verjumálaráðharrin, Yoav Gallant, skulu handtakast fyri krígsbrotsverk. Statir mugu vísa virðing fyri avgerðini hjá dómstólinum og fyri grundreglum í altjóða lóg, við at handtaka og útflýggja tey, ið ICC gevur boð um at handtaka.
Eisini heitir Amnesty á ákæran í altjóða revsidómstólinum (ICC) um at leggja fólkamorð afturat listanum yvir brotsverk, sum hann í løtuni kannar í Ísrael og hersettu palestinsku økinum. Somuleiðis heitir Amnesty á øll lond um at nýta øll lóglig amboð fyri at bera so í bandi, at brotsfólk verða hildin til svars. Eingin eigur at fáa loyvi til at fremja fólkadráp og at sleppa undan revsing.
– Stjórnir noyðast at steðga við at lata sum um, at tær ongan møguleika hava at steðga fólkadrápinum. Fólkadrápið er gjørligt, tí Ísrael í áratíggju hevur kunnað brotið altjóða lóg uttan nakra átalu. Lond noyðast at gera meira enn bara at siga, at tey eru kedd ella øtast um støðuna,” segði Agnès Callamard.
Amnesty International krevur eisini, at allir sivilir gíslar skulu latast leysir, og at Hamas og aðrir vápnaðir palestinskir bólkar, ið hava ábyrgd av brotsverkunum, ið vóru framd 7. oktober, verða hildnir til svars.
Felagsskapurin heitir eisini á ST trygdarráðið um at seta í verk ítøkilig revsitiltøk móti teimum umboðunum hjá Ísrael og Hamas, ið hava verið mest við í brotsverkum sambært altjóða lóg.