Andrass vann Ironman á Lanzarote

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Leygardagin 17. mai gjøgnumførdi Andrass Joensen fyri 10. ferð eitt Ironman.

Í kappingini Club La Santa IRONMAN Lanzarote gjørdist Andrass fyrstur á mál í bólkinum Ironman Menn 60 – 64 ár.

Tíðin hjá Andrass var 11:41:02 tímar, og var hann góðar 10 minuttir frammanfyri nummar tvey, týskaran Luc Dieteren, og góðar 40 minuttir frammanfyri nummar trý, franskmannin P. I. Meur.

Club La Santa IRONMAN Lanzarote var samstundis ein kvalifikatiónskapping til IRONMAN World Championship, sum verður í Nice 14. september 2025, og við sigrinum vann Andrass sær eitt pláss á startlinjuni í Nice.

Andrass greiðir frá á Facebookvanga sínum:

– Tað sær lætt út tá ið man stendur á pallinum, men eg mátti grava djúpt, sera djúpt fyri at klára at kappast í so høgum tempo.