Andrea Árting heiðr­að við 6 metur høg­ari stand­mynd í Steina­túni

Skrivað

FM1

Dagfesting

Ein stórfingin stand­mynd av fak­felags­kempuni Andrea Árting varð av­dúkað sunnu­dag­in í Steina­túni í Havn á há­tíðarløtu við røðum og horntónleiki. Aftan á talurnar avdúkaði Heðin Mortensen borgarstjóri eina 6 metrar høga standmynd eftir listamannin Edward Fuglø.

Standmyndin, gjørd úr bronsu, avmyndar eitt træ og hevur ein farra av surrealismu yvir sær tó við týðiligum symbolum – eitt hol í bulinum sum samstundis er ein silhouette mynd av konubrotinum vísir at hon eftirlæt eitt tómrúm sum verður ringt at fylla, og sjey stórar greinar avmynda ymisk høvuðstema í hennara lívi og gerningi: rættvísi og arbeiðsløn sum yvirdimensioneraðar eitt-krónur, umsorgan og innsatsur sum hendur, fiskaarbeiði og annað av samfelagsligum týdningi sum klippfiskur, varmi og samhaldsfesti sum hjørtu klødd við bundnapløggum, ítróttarmentan og javnrættindi sum kappróðrarbátar, tónleikur og boðskapur sum nótar og veðrahorn, og frælsi og óhefti sum fuglar.

Andrea Árting (1891-1988) leiddi í mong ár Havnar Arbeiðskvinnufelag, og stríðið fyri at kvinnur skuldu fáa somu løn sum menn fyri sama arbeiði stóð á hennara dagsskrá heilt fram til 1977, tá javnrættindi á hesum øki endiliga gjørdust veruleiki í Føroyum. Sum ein av hennara ommusynum, Kári Árting, vísti á undir hátíðarhaldinum sunnu­dagin, so var Andrea Árting ein av teimum ið leingi og uttan íhald strongdu á fyri at náa hesum máli. Teirra millum vóru eisini onnur fakfelagsfólk, segði hann, og nevndi Ingeborg Vinter, táverandi forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, sum ein teirra.

Eitt annað Andrea Árting gjørdist kend fyri sum slóðbrótari var at fáa kappróður til eina ítrótt fyri ikki bert menn men eisini kvinnur.

Eingin ivi tykist vera um at megnarkvinnan Andrea Árting hevur væl og virðiliga uppborið ein so fínan minnisvarða so mitt í Havn. Umframt at vera ein so sterkur og bersøgin persónur sum hon var – og samstundis so fólkslig og lítillátin – var hon eitt mentafólk ið bæði spældi og skrivaði tónleik. Tað ger tað ikki minni hóskiligt at seta standmyndina júst á Steinatún, til íblástur fyri so mong sum møguligt.

Andrea Árting.