Andreas og Nicolaj – Tvær eldsálir í Tórshavnar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna hevur gjørt nakrar filmar um eldsálirnar í grannaløgunum, sum av sínum eintingum betra um nærumhvørvið og trivnaðin hjá borgarunum. Endamálið við verkætlanini er at geva íblástur og heiðra teimum, ið styrkja grannalag, bygd og bý.

Tvær tær fyrstu eldsálirnar eru Andreas Mouritsen úr Hoyvík og Nicolaj Falck úr Nólsoy.

Talan er um eldhugaðar persónar, eigarafeløg og grannaløg, sum til dømis fríðka um umhvørvið, byggja og viðlíkahalda spælipláss, lúka, gróðurseta og velta. Tað, sum eyðkennir eldsálirnar, er felagsskapurin – fólk koma saman og menna sítt nærumhvørvi við hugflogi og arbeiðsmegi.

Kommunan takkar fyri hetta íkastið til trivnaðin og heitir á borgarar um at siga frá, um tey kenna onkran, ið hevur givið grannalagnum eitt serligt lyft.

Filmar um eldsálirnar verða lagdir út komandi tíðina.

Andreas Mouritsen úr Hoyvík


Nicolaj Falck úr Nólsoy.