Arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum heldur fram

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Arbeiðið við at skipa universitetssjúkrahús í Føroyum heldur fram. Tað skrivar heilsumálaráðið. Játtanin til universitetssjúkrahúsið er hækkað við einari millión krónum í 2025.

Seinasta árið er heilsugranskingareindin styrkt, rakstraruppgávurnar hjá universitetssjúkrahúsinum eru savnaðar í eina eind, og formligar avtalur eru gjørdar millum avvarðandi myndugleikar og stovnar.

Í februar 2025 verður eftir ætlan eitt lógaruppskot um universitetssjúkrahús lagt fyri Løgtingið. Samstundis arbeiða Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya við einari strategi fyri framtíðar heilsugransking, og ein avtala er gjørd um hetta samstarvið.

Fróðskaparsetrið fyrireikar eisini eina APN-útbúgving (Avanseraður Kliniskur Sjúkrarøktaarfrøðingur) og kannar møguleikan fyri at seta á stovn eina læknaútbúgving í Føroyum.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, er fegin um, at arbeiðið við universitetssjúkrahúsinum heldur fram.

– Eg eri fegin um, at arbeiðið við at tryggja universitetssjúkrahúsinum eitt gott grundarlag at byggja á, kann halda fram. Við at savna rakstraruppgávur, styrkja gransking og menna nýggjar útbúgvingar, taka vit týðandi fet ímóti einari framtíð, har heilsuverk og útbúgving ganga hond í hond til frama fyri allar føroyingar, sigur Súsanna Bertholdsen.

Heilsumálaráðið sigur, at við einum universitetssjúkrahúsi verður møguligt at skapa nýggjar starvs- og granskingarmøguleikar fyri heilsustarvsfólk, og at tað væntandi fer at økja um áhugan hjá læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólki at søkja starv í Sjúkrahúsverkinum.