Arbeitt verður við nógvum átøkum at tálma rúsevnismisnýtlsu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur svarað fyrispurnini frá løgtingsmanninum Magnusi Rasmussen um fyribyrging og tálman av rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

Hon svarar, at heildarætlanin um fyribyrging og tálman av rúsevnismisnýtslu 2022-2028 inniheldur 58 tilmælir. Nøkur av tilmælunum eru partur av Barnaverkætlanini, har fleiri stjórnarráð hava ábyrgdina.

Játtanin til Títt Rúm er í 2025 sett til 2,6 miliónir krónur. Átøk eru sett í verk fyri at stytta bíðitíðir til viðgerð í barna- og ungdómspsykiatriini. Psykiatriski depilin arbeiðir við at flyta ADHD viðgerð til kommunulæknar. Arbeitt verður eisini við leist til persónar við dupultdiagnosum.

Heilsumálaráðið arbeiðir saman við øðrum pørtum við at endurskoða Rówt, eitt tilboð til ung við sálarligum-, sosialum- og rúsevnistrupulleikum.

Heilsustýrið hevur eisini gjørt kanningina “Hvussu hevur tú tað?”, sum lýsir heilsustøðuna hjá føroyingum. Játtanin hjá Heilsustýrinum til fólkaheilsuátøk er hækka munandi í 2025.

Súsanna Bertholdsen sigur eisini, at arbeitt verður við nýggjum kunngerðum um euforiserandi evnir fyri at fyribyrgja skaðandi rúsandi evnum í Føroyum.