Bygningurin í Bringsnagøtu, kallaður Arnes Minde, sum hevur verið brúktur sum politistøð, ráðhús og ungdómshús, verður nú tikið í nýtslu aftur eftir eina umfatandi umvæling og umbygging.
Kirkjustova, Arnes Minde, verður vígd í sambandi við hátíðargudstænastu í Havnar kirkju sunnudagin, á mikkjalsmessu, kl. 11.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, fer at víga Kirkjustovu, sambært kirkjuráðnum.
Eftir vígsluna eru øll boðin til spritubitar og ein drekkamunn í Kirkjustovu, Arnes Minde.
Sama dag verður eisini løgd fram ein bók um Kirkjustovu: “Kirkjustova, Arnes Minde – søgan um húsini”, skrivað av Lív Arge Simonsen.
Vígsludagin verður Kirkjustova, Arnes Minde, opin frá kl. 12 til 15, har øll kunnu síggja húsini.