Asa ellla Ása Helena Brynjarsdóttir hevur útgivið sítt allarfyrsta staklag, Eina aftrat, sum er partur av eini komandi EP.
Á heimasíðuni hjá Tutl verður sagt, at lagið viðger kensluborin evni sum treytaleysan kærleikan til ein bundnan persón.
ASA gjørdist nummar 3 á Sement í fjør, og hon varð kosin at framføra á Spot.
Hon vann eisini studiotíð, og úrrslitið er lagið Eina aftrat, sum er útgivið á øllum stóru streymingartænastunum, Spotify, Apple Music, ..
Tónleikarar:
- Ása Helena Brynjarsdóttir (sang, orð, tónleik, útseting)
- Vár Miðberg (trummur)
- Noah Chaparro (el-gittara)
- Leo Lávík (akkustiskan gittara, sang)
- Ørvur Argenziano Hentze (bass)
- Sigrið F. Hansen (kontrabass, útseting)
- Bjørt Holm (sello)
- Døgg J. Úr Dímun (violin)
Framleiðsla:
- Hans Marius Ziska (framleiðsla, upptøkur, ljóðblandað)
- Kristoffer Mørkøre (framleiðsla, upptøkur, ljóðblandað)
- Heini Ragnarsson (mastering)