,

Atlimaskapur í Erasmus+ og tjóðarskrivstova í Føroyum

Skrivað

FM1

Dagfesting

Barna- og útbúgvingarmálaráðið boðar í dag frá, at nú verða stig tikin fyri at fáa Føroyum atlimaskap í  útbúgvingarsamstarvinum Erasmus+.

Erasmus+ er europeiska útbúgvingarskráin, sum hevur til endamáls at fremja samstarv millum hægri útbúgvingarstovnar í ES-londunum og øðrum londum í samstarvinum, og mangir ágóðar fylgja við. M.a. fáa lesandi stuðul til skiftislestur hvør hjá øðrum, og granskarar hava somuleiðis stórar fyrimunir – eisini fíggjarligar – av samstarvinum í Erasmus+.

Í tíðindaskrivinum stendur, at Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at senda formliga fráboðan til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja samráðast um føroyskan atlimaskap í Erasmus+.

Landsstýrismaðurin fer eisini at skipa eina Erasmus+-tjóðarskrivstovu, sum skal halda til í  Undirvísingarstýrinum. Slíkar tjóðarskrivstovur, sum tað er treyt, at londini í samstarvinum hava,  umsitalimaskapin og fíggjarliga stuðulin, og tær standa annars fyri at samskipa virksemið. Tjóðarskrivstovan í Føroyum fer eisini at samstarva við Granskingarráðið, sum hevur ábyrgdina av føroyska partinum av ES-granskingar- og menningarvirkseminum.

Fíggjarætlanin hjá Erasmus+ er 26,2 milliardir evrur fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027. 

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya er sera fegin um, at formlig áheitan um samráðingar nú verður send ES-kommissjónini.

– Ja, eg fegnist um, at stig fram móti Eramus+ nú av álvara verða tikin. Hetta fær stóran týdning fyri bæði lesandi og granskarar í Føroyum, og vit kunnu eisini fáa stórt fíggjarligt gagn av samstarvinum. Við størri fíggjarligari megi til til dømis skiftislestur uttanlands, kann Setrið eisini í størri mun enn nú nøkta útlongsilin, sum í løtuni dregur so mong ung av landinum at lesa, sigur rektarin. 

Vantandi limaskapur er eisini ein forðing á øðrum økjum. Setrið er m.a. partur av nýggja europeiska universitetssamstarvinum, EUNICoast, ið hevur fingið 107 milliónir krónur í ES-stuðli, sum hini universitetini í samstarvinum gagnnýta, meðan Fróðskaparsetrið stendur uttanfyri. Lesið meira um tað her.

Lesið alt tíðindaskrivið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum her.