Bakkafrost væntar nógv verri úrslit í øðrum ársfjórðingi enn áður fráboðað.
Fyribils tøl vísa eitt rakstrarúrslit á 65 milliómir krónur. Tað er nógv minni enn tær 388 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í fjør.
Felagið greiðir frá, at lági laksaprísurin er orsøkin til vánaliga úrslitið.
Harumframt hevur alingin í Skotlandi verið merkt av sjúkum og stórum felli. Tað kostaði Bakkafrost 93 milliónir krónur í niðurskrivingum. Rakstrarúrslitið í Skotlandi í øðrum ársfjóðingi verður eitt hall á 199 millónir krónur, sigur felagið.
Kursurin á partabrævinum er lækkaður 15 prosent í morgun.
Endaliga frágreiðingin um annan ársfjórðing kemur 26. august.