,

Bárður á Lakjuni lagt uppskot fyri tingið at banna telefonum í fólkaskúlanum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fartelefonir skulu í mest møguligan mun bannast í fólkaskúlanum. Tað heldur Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin.

Han hevur lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, um at bannað fartelefonum í fólkaskúlanum.

Uppskotið sigur, at næmingar í mest møguligan mun ikki skulu loyvast at hava fartelefonir við í skúla, tí tær kunnu hava keðilig árin á heilsu, trivnað og menning hjá børnum og ungdómi.

Uppskotið heitir á Landstýri at fyrireika og leggja lógaruppskot fyri tingi, sum forðar fyri, at næmingar hava fartelefonir við í skúla.

Endamálið er at betra um heilsu og trivnað hjá næmingunum og at avmarka skaðiligu árinini av ótálmaðari skíggjanýtslu.

Í viðmerkingunum til uppskotið, sigur Bárður á Lakjuni, at almennu skíggjaráðini frá Fólkaheilsuráðnum vísa, at ótálmað skíggjanýtsla kann hava keðiliga ávirkan á heilsu og trivnað, serliga millum ung og børn.

Bárður á Lakjuni vísir til útlendskar kanningar, sum vísa, at sálarheilsan hjá ungum er versnað orsaka av fartelefonum og sosialum miðlum. Skaðilig árin sum sosialt undirskot og svøvntrot verða nevnd.

Bárður á Lakjuni vísir eisini á, at Føroyum sæst sama gongd við øktum tali av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatriina.

Eisini vísir Bárður á Lakjuni á, at í Svøríki er bann fyri fartelefonum sett í fólkaskúlanum. Hann nevnir eisini, at onnur lond, millum annað Frakland umhugsa tað sama.