Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, um demensætlanina og støðuna hjá teimum undir 67 ár, sum eru rakt av demenssjúku.
Í 2015 fingu myndugleikarnir handaða demensætlanina Gloymsk – men ikki gloymd við 14 tilmælum at betra um viðurskiftini hjá fólki við demenssjúku.
Nú, tíggju ár seinni, vil Bárður vita, hvussu nógv av hesum tilmælum eru sett í verk, og hvussu nógvir borgarar undir 67 ár eru raktir av sjúkuni í dag.
Alzheimerfelagið hevur ávarað um stóran mismun á tænastum kring landið og um tær keðiligu avleiðingar, serliga fyri yngri við demenssjúku.
Bárður spyr, um hesir borgarar og teirra avvarðandi fáa nøktandi hjálp sambært galdandi lóg, og um ikki, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera fyri at bøta um støðuna.