Løgtingsmaðurin og formaður Sambandfloksins, Bárður á Steig Nielsen, spyr løgmann, Aksel V. Johannesen, hvat sonevnda tjóðarsemjan millum fimm flokkar í veruleikanum inniheldur.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at løgmaður hevur boðað frá semju um størri føroyskt uttanríkispolitisk rásarúm, men hann spyr, hvørt flokkarnir yvirhøvur vita, hvat teir eru samdir um, tí onki ítøkiligt er lagt fram.
Bárður á Steig Nielsen vísir eisini á, at løgmaður hevur tosað bæði um broytingar í Ríkisfelagsskapinum og um at fara úr honum og inn í ein nýggjan felagsskap.
Bárður á Steig Nielsen vísir eisini á, at Sambandsflokkurin í 2024 legði fram eitt ítøkiligt uppskot um víðkaðar heimildir innanverandi skipan, og hann spyr eisini , hví løgmaður meldar út um semjur, áðrenn niðurstøða er komin frá §6-nevndini, ið hevði til endamáls at greina, um Føroyar kunnu fáa størri heimildir innanfyri grundlógina.