,

Beinir spyr um talið av lestrarplássum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Beinir Johannesen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, spyr Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna-og útbúgvingarmálum, um hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út summari 2025 innan miðnámsútbúgvingar, yrkisútbúgvingar og hægri útbúgvingar.

Beinir Johannesen sigur í viðmerkingunum, at nógv kjak hevur verið um, at ung fara av landinum at nema sær útbúgving.

Hann sigur víðari, at í Føroyum hava vit nógvar skúlar, ið bjóða alskyns útbúgvingar til bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin. Men hann heldur, at tørvur er á at kanna, um hesar útbúgvingar nøkta eftirspurningin hjá arbeiðsmarknaðinum og teimum lesandi.

Fyrispurningurin verður settur fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv lestrarpláss verða boðin út í summar.