Á Miðnámi í Vestmanna fegnast tey um, at Strandferðslan frá komandi skúlaári fer at betra busssambandið til og úr Vestmanna. Tað skrivar Miðnámsskúlin á heimasíðu síni.
Tey fegnast serliga um, at tað verður lættari at skifta millum leiðirnar 100, 300 og 400. Hetta ger millum annað at næmingar úr Eysturoynni, Sundalagnum, Kollafirði og Vágum sleppa lættari til og frá skúla.
Fróði Skúvadal, virkandi rektari, fegnast um, at tað nú verður lættari hjá næmingum at ferðast til og úr Vestmanna.
– Vit vita, at verandi støða ger, at næmingar setast aftur, men við dagførdum og tillagaðum ferðasambandi fáa vit sum skúli enn fleiri møguleikar, og tað fer eisini at lyfta støðið enn meira”.
Miðnám í Vestmanna er gymnasialur miðnámsskúli við tilfeingisbreyt, sum eisini bjóðar aliútbúgving og ferðaleiðaraskeið. Fleiri av ferðaleiðarunum, sum í dag arbeiða í Føroyum, hava fingið útbúgving á Miðnámsskúlanum í Vestmanna.