Billie Eilish yvirhálaði Sabrinu Carpenter gamlaársdag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

4. desembur kunngjørdi Spotify, at lagi Espresso hjá Sabrinu Carpenter var mest spælda lagið í 2024. Men gamlaársdag yvirhálaði sangurin Birds Of a Feather hjá Billie Eilish og tók fyrsta plássið. Tað skrivar norska VG á netinum.

Birds Of a Feather hjá Billie Eilish var spælt 1,775 milliardir ferðir í 2024, og tað er bara 647.177 ferðir oftari enn Espresso hjá Sabrinu Carpenter.

Á ársins síðsta degi var Birds Of A Feather varð spælt 7,7 milliónir ferðir, meðan 5,9 milliónir lurtaðu eftir Espresso. Tað gjørdi, at Billie Eilish fór fram um Sabrinu Carpenter.

Báðir sangirnir eru í uuppskoti til eina Grammy heiðursløn í bólkunum Ársins besta innspæling og Besta pop solo-framførsla. Birds Of A Feather er eisini í uppskoti til Ársins lag. Grammy-heiðurslønirnar verða handaðar 2. februar.