28 ára gamla Birita Matras Petersen tekur í dag sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin. Tað boðar javnaðarflokkurin frá í tíðindaskrivi.
Birita Matras Petersen er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.