Arni D. Brattaberg, fyrstvaldur fyri Tjóðveldi, verður kortini ikki borgarstjóri í Vági, sum alt annars bendi á undan býráðsfundinum í Vági í kvøld. Ein nýggjur meiriluti er skipaður við Bjarna Johansen sum nýggjum borgarstjóra. Tað skrivar Kringvarpið á netinum.
Arni D. Brattaberg váttar, at hann hevði eina avtalu við Bjarna Johansen um at gerast borgarstjóri, men á fundinum í kvøld vendi alt á høvdið. Nú varð Bjarni Johansen skotin upp sum borgarstjóri við stuðli frá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Levi Mørk er valdur til varaborgarstjóra.
Bjarni Johansen stillaði upp fyri Javnaðarflokkin á kommunuvalinum 12. novembur, men meldaði seg úr flokkinum 21. novembur.