Bókaframløga í Marghøllini í Sørvági

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sprotin gevur út út bókina Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi, sum Kári Thotsteinsson hevur skrivað. Hóskvøldið 9. januar klokkan 19.00 verður bókaframløga í Marghøllini í Sørvági.

Kári Thorsteinsson hevur í mong ár arbeitt við ættargransking, hevur júst lagt síðstu hond á bókina, sum er úrslitið av drúgvum arbeiði, har hagtøl og heimildir sum kirkjubøkur, fólkateljingar og deyðsváttanir liggja sum grundarlag.

Bókin lýsir ikki bert navn og dagfestingar, men gevur eisini innlit í, hvussu týdningarmiklar heimildir sum bygdasøgur, kirkjugarðsbøkur og tilfar frá Ríkisarkivinum hava verið. Kári Thorsteinsson hevur savnað upplýsingar, ið annars høvdu verið torførar at funnið, og hevur gjørt hetta tilfar lættari atkomiligt.

Vága kommuna og Sørvágs kommuna skipa fyri bókaframløguni í Marghøllini í Sørvági. Kári Thorsteinsson fer at greiða frá arbeiðinum við bókini. Eisini sigur Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum nøkur orð, og eisini verður upplestur og sangur á skránni. Kaffi og okkurt søtt verður bjóðað aftaná, og áhoyrarar fáa møguleikan at síggja bókina og heilsa upp á rithøvundin.

Bókin er ætlað sum eitt amboð til tey, sum ynskja at granska síni egnu ættarbond, og sum eitt týdningarmikið íkast til varðveitslu av søguligum upplýsingum um Vágar og Mykines.