Skúlin á Argjahamri fer í hesum skúlaári at gera eina serliga roynd at stimbra lesihugin hjá næmingum í miðdeildini. Í hesum sambandi hava nakrir lærarar saman við skúlabókasavninum sett á stovn ein bókaklubba. Endamálið við bókaklubbanum er at eggja næmingunum til at lesa saman við einum vaksnum.
– Vit skipa fyri bókaklubba triðju hvørja viku fyri næmingar í 4.-6. flokki, og ætlanin er, at næmingarnir hava ein vaksnan við sær. Tað kann vera eitt foreldur, eitt eldri systkin, ella ein omma, abbi, ella annar í familjuni, sum hevur áhuga í at lesa saman við næminginum, sigur Guðrið Reinert, ein av lærarunum, sum hevur tikið stig til bókaklubban.
Guðrið Reinert greiðir frá, at tey á skúlanum royndu við einum øðrum átaki í fjør, men tað gekk ikki eftir vild. Hesuferð verður roynt at fáa foreldrini uppí, sum ofta er ein týðandi faktorur.
– Vit fara at byrja við at lesa bókina Rýmingarnir eftir Ulf Stark. Næmingarnir og tey vaksnu lesa bókina heima, og síðan hittast vit í bókaklubbanum fyri at tosa um hana. Vit leggja stóran dent á at skapa eina hugnaliga løtu, har vit drekka ein drekkamunn og arbeiða kreativt við bókini. Eftir hvørt kvøld fáa næmingarnir eina nýggja bók við heim at lesa til næstu ferð, greiðir Guðrið Reinert frá.
– Vit enda hvørt kvøld við at lesa fyrsta brotið úr komandi bók saman, so næmingarnir koma væl í gongd. Saman við bókini fáa øll eisini ein faldara, har tey kunnu skriva síni egnu orð og tankar um bókina, sigur Guðrið Reinert.
Bókaklubbin á Argjahamri fer at møtast fyri fyrstu ferð í kvøld, 21. august, frá kl. 18.30 til 20.30.