Lesarar kring landið kunnu nú velja ársins bestu bøkur til Lesaravirðislønina 2025. Tað eru bókasøvnini í Føroyum, sum handa Lesaravirðislønina.
Tey trý tilnevndu verkini fyri 2025 eru:
- Sára Malena eftir Sólrun Michelsen
- Vilstar røtur eftir Ingun Christensen
- Lygn eftir Eyðun Klakstein
Vinnarin fær 30.000 krónur á almennari móttøku í mars.
Í fjør vann Høgni Mohr við Saga JAM.
Lesaravirðislønin varð stovnað í 2024 fyri at heiðra tær bøkur, sum lesarar hava dámt serliga væl.
Virðislønin er eitt samstarv millum Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið. Við at lata lesararnar velja vinnaran, vilja bókasøvnini styrkja sambandið millum bókmentir og lesarar.