Borgaralistin og eitt umboð fyri Tjóðveldi atkvøddu fyri byggiloyvinum til Argja kirkju

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Úrslitið av seinasta býráðvali í Havn bendi á nýggja kós í umhvørvis- og byggimálum. Nýggi borgarstjórin Elsa Berg úr Tjóðveldi hevur ein greiðan grønan profil, og Borgaralistin lovaði at fáa skil á byggimál og annað.

Men tá ið fyrsta stóra byggimálið varð avgreitt á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, sást ikki tann broytingi. Við sjey atkvøðum fyri, fimm ímóti og einari blankari samtykti býráðið byggiloyvi til kirkjuna á Argjum, hóast mótstøðan hevur verið stór.

Millum tey, sum atkvøddu fyri, var Guttormur í Skála úr Borgaralistanum, umframt Heidi Lava Elgeirsdóttir úr Tjóðveldi, sum harvið ikki stuðlaði floksfelaganum og borgarstjóranum, Elsu Berg, ið atkvøddi ímóti.

Málið hevur verið ávegis síðan 2006 og fekk endaligt byggiloyvi í fjør, men av tí at allar neyðugar hoyringar ikki vóru gjørdar, mátti býráðið taka málið upp aftur. Eftir at hoyringarnar vórðu framdar, hevði tekniski stjórin mælt til at geva byggiloyvi, og býráðið tók undir við avgerðini í gjárkvøldið.

Elsa Berg, borgarstjóri atkvøddi í móti, og eisini atkvøddu Annita á Fríðriksmørk og Anja Weyhe ímóti.

Hinvegin so atkvøddi Tróndur Sigursson, sum nú er á Kommunulistanum, móti, og Kári Johansen, somuleiðis á Kommunulistanum, atkvøddi blankt. Tá ið teir vóru umboð fyri Javnaðarflokkin í seinastu býráðssamgongu atkvøddu teir fyri.

Fyribils sær drúgva málið um byggiloyvi til Argja kirkja úr til at vera endaliga avgjørt, og farast kann undir at byggja kirkjuna við Sandá á Argjum.


Atkvøðunurnar fullu soleiðis

Atkvøddu fyri:

  • Heðin Mortensen
  • Heidi Lava Elgeirsdóttir
  • Bergur Robert Dam Jensen
  • Guttormur í Skála
  • Birgir Nielsen
  • Høgni Vilhelmsen
  • Annfinn Brekkstein

Atkvøddu ímóti:

  • Elsa Berg
  • Annita á Fríðriksmørk
  • Anja Weyhe
  • Kristianna Winther Poulsen
  • Tróndur Sigurðsson

Blankt:

  • Kári Johansen.