Borgarar á Tvøroyri bjóðaðir á ástaðisfund

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tvøroyrar kommuna bjóðar øllum áhugaðum borgarum á ástaðisfund, har ætlaða byggingin av protein- og lýsuversmiðjuni hjá Varðanum Pelagic eftir ætlan skal standa.

Yvirfriðinarnevndin skipar fyri ástaðisfundinum á havnalagnum á Tvøroyri fríggjadagin 24. januar, klokkan 14.00.

Endamálið við fundinum er, at øll viðkomandi sjónarmið verða hoyrd, soleiðis at avgerðin hjá Yvirfriðingarnevndini verður tikin á best møguligum grundarlagi.

Møguleiki verður at seta fram spurningar og vísa á sjónarmið, ið tala ímóti ætlanini, eins væl og tala fyri ætlaðu byggingini á havnalagnum hjá Varðinum Pelagic.