Sprotin og Fernando Troleis hava gjørt eina orðabók millum portugisiskt og føroyskt á orðabókapallinum sprotin.fo.
Orðabókin verður latin upp á almennum hátíðarhaldi í Løkshøll sunnudagin 26. januar klokkan 16.00. Hátíðarhaldið er ókeypis.
Kom og hoyr søguna um brasilska unglingin, ið kom til Føroyar og dugdi ikki eitt orð av føroyskum, og sum 39 ára gamal hevur skrivað orðabók millum bæði málini.
Brasilski toftamaðurin Fernando Troleis hevur í nøkur ár arbeitt við portugisiskari orðabóka saman við Sprotanum. Nú er klárt at lata hana upp fyri øllum heiminum.
Skrá
- Urd Johannesen, mentanarsamskipari, bjóðar vælkomin
- Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
- Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu
- Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
- Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, heldur røðu
- Video við sangi og undirteksti á føroyskum
- Fernando Troleis, orðabókahøvundur, heldur røðu
- Atli Ellendersen og strúkikvartett brasilska tjóðsangin
- Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, heldur røðu
- Atli Ellendersen og strúkikvartett spæla
- Urd Johannesen takkar fyri