Broyting í serstøku byggisamtyktini omanfyri Argjahamar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar býráð hevur samtykt at broyta serstøku byggisamtyktina fyri økið omanfyri Argjahamar í Kirkjubøhaganum.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til bústaðabygging, miðstaðabygging og almennan stovn.

Broytingarnar snúgva seg millum annað um hæddarásetingarnar fyri øki B, sum er til almennan stovn

Eisini eru ásetingar fyri øki A, sum er til sethús beint sunnan fyri verandi sethúsabygging á Argjahamri. Har verður tryggjað, at nýggja sethúsaøkið verður bygt við sama dámi sum verandi sethúsabygging á Argjahamri.

Dagførd fylgiskjøl lýsa broytingarnar, og tilfar um uppskotið liggur frammi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og í Snarskivuni frá 28. mai til 9. juli 2025.

Alt uppskotið sæst her: Uppskot til serstaka byggisamtykt omanfyri Argjahamar – við broytingum


Trýst á kortið niðanfyri fyri at gera tað størri.