Broytingar í barnaverdarlógini fyri tingið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein nýggj Familjutænasta skal setast á stovn fyri at stuðla familjum við avbjóðingum við foreldraførleikanum og barnatrivnaði.

Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið, um at broyta Barnaverndarlógina fyri løgtingi.

Endamálið við lógarbroytingini er at tryggja eina enn meira smidliga skipan viðvíkjandi innskriving á eina Familjutænastu, sum umframt at bjóða viðgerð á stovninum eisini kann bjóða viðgerð í heiminum hjá familjunum.

Eftir at Familjudepilin lat aftur í 2022 orsaka av hølis- og starvsfólkatroti, hava barnaverndartænastur víst á týdningin av einum nýggjum døgntilboði.

Tænastan verður skipað í samstarvi við Kommunufelagið og fevnir bæði um eitt hús til viðgerð og eitt toymi, ið arbeiðir heima hjá familjunum. Hetta skal gera tað møguligt hjá familjum at fáa stuðlandi viðgerð frá serkønum fakfólkum, so sum sálarfrøðingum og sosialráðgevum.

Visitering til Familjutænastuna verður smidligari, har avgerðin verður tikin av barnaverndarnevndunum, uttan at fara umvegis Føroya Kærustovn. Endamálið er at styrkja foreldraførleikarnar, menna góðar vanar og tryggja, at børnini kunnu vera verandi í sínum heimi.

Tænastan fer eisini at raðfesta fyribyrgjandi arbeiði við familjuráðgevum, ið gera trygdarætlanir og veita stuðul í gerandisdegnum hjá familjunum kring landið.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið gjørdi Føroya Kærustovnur vart við manglandi orðingar í uppskotinum, sum nú eru rættaðar av ráðnum.

Gigni spurdi um førleikakanningar og fakliga støðið hjá starvsfólkunum á Familjutænastuni. Ráðið upplýsti, at námsfrøðiligar eygleiðingar verða gjørdar, og at løggildir sálarfrøðingar gera foreldraførleikakanningar.

Megd vísti á týdningin av menningarætlanum fyri børn við breki.