Broytingar í lógum um ættleiðing samtyktar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgtingið samtykti fríggjadag við 23 atkvøðum fyri og 6 í móti broytingar í ættleiðingarlógini og foreldramyndugleikalógini.

Hesar broytingar hava stóran týdning fyri føroysk pør og einstaklingar, sum ynskja at gerast foreldur gjøgnum ættleiðing. Tað skrivar Løgmálaráðið.

Lógin tryggjar, at føroysk ættleiðingarforeldur kunnu ættleiða børn úr Danmark. Hetta er eitt týðandi stig, sum eisini ger altjóða ættleiðing møguliga aftur í Føroyum.

Avgerðin hjá donsku stjórnini um fyribils at steðga allari altjóða ættleiðing fevnir eisini um Føroyar, men við nýggju lógini kann Føroya Landsstýri gera samstarvsavtalur við Norðurlond, um neyðugt. Hetta fer at geva føroyskum foreldrum fleiri møguleikar at ættleiða í framtíðini.