Bryan Adams og Bjarki hugtóku við Tjarnir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tá ið Bryan Adams trein í fyrstu tónarnar í einum av seinastu sangunum, Straight From the Heart, hoyrdist ein rødd syngja við. Bryan Adams var kvikur, og vildi hava mannin upp á pallin at syngja.

Upp á pallin kom sangarin Bjarki Hansen, sum veruliga var við upp á tað. Bjarki hugtók bæði Bryan Adams og tey mongu fólkini í nærum fullsettu høllini við Tjarnir.

Hendan konsertferðin hjá Bryan Adams, The Bare Bones Tour er, sum navnið sigur, skorin inn á bein. Einans Bryan Adams við gittara og ein klaverspælari til umleið helvtina av sangunum.

Hann spældi flestu av hittunum, sum øll gomul og hálvgomul kenna. Summer of 69, Heaven, Everything I Do, I Do It for You fyri at nevna nakrar av kendu sangunum hjá heimsstjørnuni úr Kanada.

Millum sangirnar segði Bryan Adams søgur um, hvussu sangirnir vóru vorðin til, og maðurin sum sá út til at vera sera væl fyri til at vera 65 ár, sá út til at hugna sær á pallinum.

Tað gjørdu áskoðararnir eisini hetta mikukvøldið í Hoyvíkshaganum, sum annars byrjaði við nakað av ferðsluruðuleika við høllina.