Búskaparliga haldførið kann ikki tryggjast við einføldum stutttíðar loysnum – MEGD

Skrivað

FM1

Dagfesting

Verða limafeløgini hoyrd á munagóðan hátt ber til at styrkja langtíðar haldførið við burðardyggum loysnum, hetta skrivar aðalskrivarin hjá MEGD, Bárður Atlason Ísheim, i einari grein í nýggjasta blaðnum hjá MEGD

Aðalskrivarin greiður víðari frá at Búskaparráðið hevur víst á at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er hótt, millum annað av starvsfólkatroti og manglandi fíggjarpolitiskum haldføri.

Á hesum grundarlag tykist politiska skipanin at seta sær mál um eitt nú øktan stórrakstur í samfelagsskipanum og vælferðartænastum. Við skjótum og einføldum loysnum økist vandin fyri, at lívskorini hjá fólkið, ið bera brek, fara at versna tey næstu árini. Hinvegin eru fyrimunir við góðari fyrireiking. Royndir og gransking vísa greitt, at samstarv millum politisku skipanina og sivilsamfelagið – og harvið tey 24 limafeløgini hjá MEGD – er grundleggjandi fyri at tryggja veruliga og burðardygga vælferð. Soleiðis kann búskaparliga haldførið styrkjast.

Øll greinin kann lesast í nýggjasta Megd blaðnum.