Hátíðarhald í sambandi við, at Býlingshúsið í Maritugøtu hevði 20 ára stovningardag.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu helt røðu.

“Her er trygt og gott at vera”, sum tað stendur í einum bygdarsangi, vit av og á hoyra í útvarpinum. Og tað er eisini tað, vit síggja aftur í nøvnunum, stovurnar í vøggustovuni og barnagarðinum hava.
Í Urðini er Reiðrið, har eggið verður vorpið og klakt. Her er trygt, fjálgt, og vart. Her veksur ungin og búnast, til hann er klárur at fara á sjógv, og fyrst heldur til á Víkini, áðrenn hann er vaksin so mikið, at hann hættar sær niðan í Dalin. Her í hesum frálíku umstøðunum starvast eitt framúr toymi upp á 20 starvsfólk og tvey vaskifólk.
Og tit hava umstøður av teimum bestu. Bæði innan- og uttandura. Inni eru umstøður til sang, spæl og kropsliga menning. Og úti eru umstøðurnar minst líka góðar í teirri frálíku náttúruni her í Hoyvík.
Alt hetta sæst aftur í, at starvsfólkini trívast og gera ein góðan stovn upp aftur betur.
