Sólvit E. Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnu- og samferðslumálum, skrivligan fyrispurning um Dalstunnilin.
- Nær í 2025 verður koyrandi í Dalstunlinum?
- Verða tilhoyrandi arbeiðir sum installatiónir, ljós, asfaltering við meira eisini liðug í 2025?
Sólvit E. Nolse, sum sjálvur er úr Dali viðmerkir, at sambært fíggjarlógaruppskotinum 2025 skal arbeiðið í Dalstunlinum gerast liðugt í 2025. Í novembur 2023 var hátíðarhald í Dali, tá tunnilin varð skotin ígjøgnum. Tað skilst, at arbeiðið gongur væl, men enn er einki fráboðað um eina endaliga dagfesting fyri upplating.
Við fyrispurninginum vónar Sólvit E. Nolsø at fáa greiðu á, hvussu langt arbeiðið við Dalstunlinum er komið, og nær tunnilin verður klárur at taka í nýtslu.