Demensvinarliga kommunan

Skrivað

Kristianna Winther Poulsen

Dagfesting

Tíverri fáa fleiri og fleiri okkurt slag av demenssjúku, sum gongur hart útyvir bæði demensrakt og teirra avvarðandi. Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarlig kommuna, ið veitir demensraktum og teirra avvarðandi tilboð og tænastur, so at tey kunnu liva eitt virðiligt lív. 

Støðið skal takast í menniskjanum, heldur enn í sjúkuni, og røktin skal leggjast til rættis út frá sjónarhorninum hjá demensrakta menniskjanum. 

Kommunan skal raðfesta bæði búpláss og dagtilhald til demensrakt, umframt tætt samstarv við avvarðandi. Skipanin við demensdeplinum er uppraðfest, og kommunali demenssamskiparin er farin at virka í summar. Longu nú sæst, at tørvurin er stórur, og at hetta er ein skipan, sum skal útbyggjast. Starvsfólk innan demens skulu hava neyðugar førleikar til at loysa hetta kompleksa og krevjandi arbeiðið. 

Í løtuni verður seinasta hond løgd á endurskoðaða eldrapolitikkin, sum eisini ásetur, at vit skulu vera ein demensvinarlig kommuna. Hetta er eitt av nógvum tilmælum frá eftirmetingini av eldraøkinum, sum nú verða sett í verk. 

Tíverri er framvegis stórur munur á tilboðum til demensraktundir 67 ár og yvir 67 ár. Fært tú demens, áðrenn tú fyllir 67, ert tú í eini nógv verri støðu, enn um tú ert 67 og eldri, tá tú kemur undir eldraøkið, sum kommunurnar hava ábyrgd av. Hetta er ikki nóg gott, og tí eiga kommunurnar at taka ábyrgdina av øllum demensøkinum. Hesum arbeiði eg fyri og vil eisini frameftir arbeiða fyri. 

Eg vil eisini frameftir arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá demens-raktum og teirra avvarðandi.

Vel meg í Tórshavnar býráð. Eg fremji úrslit. 

Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Tórshavnar býráð