Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í skúlamálum, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta skúladagin hjá føroyskum skúlabørnum. Uppskotið um stytting av skúladegnum fór til hoyringar beint fyri jól.
Hann grundgevur fyri uppskotinum við at vísa á, at kanningar vísa, at børnini læra minni seinnapartin, og at næmingarnir missa mótið og orkuna móti endanum av longu skúladøgunum.
Eisini vísir hann á, at stytting av skúladøgunum kann betra trivnaðin hjá næmingunum og geva teimum meira orku til at hugsavna seg um undirvísingina. Harafturat vil tað skapa fíggjarliga orku til tvílæraraskipanina og styrkja flokslæraleiklutin.
Føroysku skúlabørnini hava longstu skúlavikuna samanborið við grannalondini, men fakligi førleikin samsvarar ikki við tímatalið.