Ein leiðing til at flyta innanhýsis streym av Lambavík fyri at framleiða hita til ídnaðarvirki í Fuglafirði er ikki tað sama sum eitt elnet. Tað sigur stjórin á Effo, Gunnar Nielsen, aftaná at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, hevur svarað fyrispurningi frá tingmanni um hvat sum hendir við orkuætlanini Eysturlund.
Landsstýriskvinnan segði at ein umsókn um loyvi at framleiða 100 MW el úr vindi útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað framleiðsluloyvi kann latast.
Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevði sett løgmanni, sum tá umsat málsøkið, fylgjandi grein 52a fyrispurning:
1. Ætlar løgmaður at geva loyvi til Eysturlund?
2. Um ja, nær kann roknast við at loyvi verður givið?
Til tann fyrra spurningin svarar tann nýggja landsstýriskvinnan í umhvørvismálum við at staðfesta at í januar í ár móttók Umhvørvisstovan umsókn frá Eysturlund, har søkt varð um loyvi til eina vindmyllulund á 100 MW við egnum elneti frá eystursíðuni á Lambavík til Fuglafjarðar.
Víðari staðfestir hon at Umhvørvisstovan málsviðger umsóknirnar, tí heimildirnar at veita loyvi eftir lógini eru lagdar til Umhvørvisstovuna at umsita.
Men svarið frá landsstýriskvinnuni tykist ikki at sannføra stjóran á Effo um annað enn at Umhvørvisstovan hevur misskilt málið.
“Vit hava lisið, sjálvandi, svarið hjá landsstýriskvinnuni sum kom út í gjár, og hon lýsir málsgongdina,” segði Gunnar Nielsen við Árna Gregersen á FM1 tíðindunum á middegi.
“Men í botn og grund, sum vit síggja tað – vit fata tað sum eina misskiljing um at hetta er eitt net,” legði hann afturat. “Vit hava frá fyrst degi av sagt at hetta er ein leiðing, ein forleingjari frá Lambavík til inn til Fuglafjørð. Tað er kanska har ið vit meta at – og sum tað eisini stendur í svarinum – at vit eru ikki samd. Vit eru ikki samd við Umhvørvisstovuna tá ið vit snakka um at hetta er eitt net sum flytir ravmagn til brúkarar. Hetta er ein leiðing av ravmagni frá Lambavík til Fuglafjarðar, har ið tað verður framleitt til damp ella hita til Havsbrún.”
Tað vil siga, so verða brúkarar ikki hektaðir uppí á vegnum, spurdi Árni Gregersen.
“Nei,” svaraði Effo stjórin, “og tað verður heldur ikki selt ravmagn til Havsbrún sum so. Havsbrún kemur framvegis at vera ein brúkari ella ein kundi hjá SEV [tá tað kemur til] vanligt ravmagn.”
Hetta verður, sum tú sigur, gjørt um til damp?
“Ja. Og soleiðis sum vit lesa svarið sum landsstýriskvinnan gevur, so er tað kanska har ið vit meta at tað er ein misskiljing av… Har vit hava roynt, bæði í summar, skriftligt, og á fundum har vit hava gjørt greitt okkara sjónarmið. Tað skal so sigast í hesum sambandinum at vit hava ikki móttikið svar at tað ikki er játtað – og tað er kanska tað sum landsstýriskvinnan vísir á – men at tað er búgvið til eina avgerð innan stutta tíð.”
Tit fáa ikki gjørt nógv áðrenn tit hava fingið eina endaliga játtan?
“Nei, nei. Vit hava brúkt pengar og vit hava gjørt nógv forarbeiði í sambandi við hetta her. Men vit seta sjálvandi ikki skjøtil á nakað fyrr enn vit hava fingið loyvi. Tann ítøkiliga verkætlanin, tað er hetta at framleiða damp ella hita inni í Fuglafirði. Tað er aðalendamálið í verkætlanini.”
Tað er endaproduktið av tí sum fer úr Lambavík?
“Ja, vit kundu kanska tikið tvey alternativ; tað var antin at framleitt vindin inni í Fuglafirði, men tað er ikki skilagott, har er einki øki tøkt til tað… Tí funnu vit tað frægasta økið tøkt, og tað var úti í Lambavík, og so er tað at fáa leiðingina av hesi orkuni sum hevur verið tøk inni í Lambavík og ístaðin fyri at gera eina rørleiðing har dampur verður leiddur, sum eisini kundi verið alternativ, men tað er ikki rakstrarliga ella fíggjarliga skilagott. Tí hevur man gjørt ein forleingjara. Og tað er tann forleingjarin sum miskiljingin, meta vit, er talan um.”
‘Vert at kanna nærri’
“Umhvørvisstovan hevur skrivliga í mai upplýst umsøkjaran um at ein umsókn um loyvi at framleiða 100 MW el úr vindi útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað framleiðsluloyvi kann latast,” segði landsstýriskvinnan í sínum svari til fyrispurningin í Løgtinginum.
“Umhvørvisstovan hevur somuleiðis upplýst umsøkjaran um at onki elnet kann leggjast uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni. Henda rættarstøða verður av Umhvørvisstovuni mett galdandi, óansæð um støða verður tikin til málið eftir elveitingarlógini, sum var galdandi tá umsóknin frá Eysturlund varð latin inn, ella eftir galdandi lóg um el og fjarhita.”
Umsøkjarin hevur hinvegin í juni ført fram at tað ikki er neyðugt við framleiðslu- og netloyvi av tí at talan ikki er um framleiðslu til elnet at flyta ravmagn til brúkara.
Hesum er Umhvørvisstovan ikki samd í og hevur á fundi í juli boðað umsøkjaranum frá at tað ikki er heimild at veita loyvi til ta ætlaðu verkætlanina. Enn hevur Umhvørvisstovan ikki móttikið viðmerkingar frá umsøkjaranum hesum viðvíkjandi, men metir málið verða búgvið til endaliga avgerð innan stutta tíð.
Til tann seinna spurningin upplýsir landsstýriskvinnan at sambært ta tíðarfestu og góðkendu útbyggingarætlan sum Umhvørvisstovan og SEV lótu úr hondum í 2023, verða fimm almenn útboð av vindorku skipað tey komandi fimm árini.
“Sambært hesi ætlan verður loyvi til elframleiðslu úr vindorku við Glyvrafjall boðið alment út longu komandi ár,” sigur landsstýriskvinnan.
“Sambært útbyggingarætlanini verða einans 25 MW boðin út í 2025, hóast orkumyndugleikin er vitandi um at møguleiki er fyri at framleiða meira við Glyvrafjall. Hugsanin er at talan skal vera um stigvísa útbygging, so at rímilig javnvág er millum útboð og eftirspurning umframt at útbyggingin av elnetinum skal fylgja við á einum fíggjarliga skynsamum grundarlagi.”
“Fer eftirspurningurin eftir el og øðrum orkukeldum brádliga at økjast nógv og skjótt, so er orsøk at endurskoða og tillaga útbyggingarætlanina samsvarandi,” sigur Margit Stórá.
Sum skipanin er í dag, og við tí semju sum varð gjørd millum landsstýrið og SEV í 2022, so er og verður tað SEV sum eigur og rekur tað samhaldsfasta elkervið í landinum.
“Skal hetta broytast, mugu lógarbroytingar gerast og helst mugu samráðingar takast upp við kommunurnar og SEV hesum viðvíkjandi,” sigur landsstýriskvinnan.
“Tá tað er sagt, so er tað týðandi at fáa framt grøna orkuskiftið skjótt og væl innan teir geirar sum geva størst samfelagsgagn uttan at seta samhaldsføstu el-skipanina í váða. Møguliga er tíðin eisini búgvin til at nýggj tvørgangandi samstørv verða skipað millum almenna og privata geiran fyri at skunda undir orkuskiftið og orkuútbyggingar úr varandi orkukeldum. Hetta er vert at kanna nærri, so støða eisini kann takast til hvussu vit fáa tunga ídnaðin og skipaflotan við í grøna orkuskiftið,” sigur Margit Stórá í sínum svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.