Nýggi føroyski spælifilmurin hjá Sakaris Stórá, Seinasta paradís á jørð, verður frumsýndur í Havnar Bio 10. apríl 2025.
Filmurin, sum er ein rørandi søga um lívið í eini lítlari føroyskari bygd, fylgir ungu høvuðspersónunum, Kára (Sámal H. Hansen) og Silju (Bjørg B. Egholm), í teirra dagliga lívi og avbjóðingum.
Tey syrgja um mammuna, sum tey hava mist, meðan pápin rýmir til skips. Kári finnur troyst í arbeiðinum á flakavirkinum, sum er hótt av at verða stongt. Hetta setur framtíðina í bygdini í vanda.
Filmurin er framleiddur við atliti til burðardygd. Flestu senurnar eru filmaðar í Hvalba og Suðuroynni. Sakaris Stórá leikstjórnar, og handritið er skrivað í samstarvi við Tommy Oksen og Mads Stegger.
Filmurin er framleiddur av Jón Hammer fyri Kykmyndir og Adomeit Film við stuðli frá Danska Filmsgrunninum, FilmFyn, DR, og miðlaskránni hjá Creative Europe, Mentamálamálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Filmshúsinum..