– Ein lærari til 24 næmingar er púra burturvið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í oddagrein í skúlablaðnum heitir Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, á myndugleikarnar um at raðfesta fólkaskúlan við at geva lærarum meira tíð til einstaka næmingin.

Hóast politisku ætlanirnar um at betra fólkaskúlan, vísir fíggjarlógin fyri 2025 hinvegin, at skúlin verður skorin 6,4 milliónir krónur yvir tvey ár, sum vil føra til, at fleiri lærarar missa starvið.

Jacob Eli Olsen undirstrikar, at tvílæraraskipanin er neyðug fyri, at lærarin skal kunna møta einstaka næminginum og geva børnunum tað uppmerksemi, sum tey hava brúk fyri.

– Siðbundna skipanin í skúlanum við einum lærara og 24 næmingum í 1. flokki er púra burturvið, sigur Olsen.

Hann ávarar um, at samgongan heldur tykist vilja stytta skúladagin, ið bert merkir sparingar heldur enn betran av skúlagongdini.

Eisini leggur hann dent á, at støðan hjá læraranum er ótolandi, tí at námsætlanir, landsroyndir og próvtøkur stýra so nógv, at lærarin ikki hevur tíð til at møta einstaka næminginum.

– Lærarin má hava tíð og umstøður at møta næminginum, tá næmingurin hevur tørv á honum, sigur hann.

Formaðurin í Føroya Lærarafelagið krevur, at íløgur verða gjørdar í fólkaskúlan, so innihaldið verður dagført, og lærarar fáa meira tíð til flokslærarauppgávuna og til einstaka næmingin.