Nú ber til hjá næmingum frá 5. flokki og eldri at tekna seg til First Lego League 2025. Tað skrivar Nám á heimasíðu síni.
First Lego League er ein altjóða kapping, sum setur fokus á forvitni, tøkni og nýskapan. Evnið í ár er UNEARTHED, har næmingarnir fara at granska forna tøkni og mentanir fyri at skilja søguliga vitan og nýta hana til at loysa nútíðar avbjóðingar.
Kappingin gevur næmingunum høvi at arbeiða tvørgreinaliga, har náttúruvísindi, samfelagsviðurskifti og verkætlanarlæra ganga hond í hond við at forrita eitt tolmenni.
Væntandi fara millum 450 og 500 næmingar at vera við í ár.
Í First Lego League eru tríggjar høvuðspartar:
- Verkætlan: Næmingarnir velja eina kannandi verkætlan í samband við evnið.
- Robottforritan: Bygging og forritan av robotti, ið skal loysa ávísar uppgávur.
- Liðarbeiði og miðlan: Næmingarnir menna samstarv og framløguhætti.