Hóast fleiri væntaðu, at okkurt nýtt fór at koma fram um ætlanir á ríkisrættarliga økinum á tíðindafundinum eftir ríkisfundin í gjár og fundin samstarvsráðnum í dag, so var ikki nógv nýtt at frætta, fyri ikki at siga einki.
Á tíðindafundinum vóru Aksel V. Johannesen, løgmaður, Jens-Frederik Nielsen, formaður fyri Naalakkersuisut í Grønlandi og Mette Frederiksen, forsætisráðharri í Danmark.
Tey vóru øll sera varin, og eingin teirra vildi siga nakað ítøkiligt, hvat tey høvdu tosað um, ella hvussu farast skal fram á ríkisrættarliga økinum komandi tíðina.
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, segði, at Føroyar ynskja at vera í einum sterkum felagsskapi við Danmark, og at Føroyar ynskja heilmildir at gera altjóða avtalur. Hann segði eisini, at hann vónar at finna eina loysn í hesum valskeiðinum.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, legði fleiri ferðir dent á, at hon ikki samráðist á einum tíðindafundi, og tí segði hon einki um ríkisrættarligu støðuna. Hinvegin tosaði hon nógv um trygdina í heiminum, og vísti á, at tað var fyrstu ferð at verjuovastin hevði verið við á einum ríkisfundi.
Grønlendski, Jens-Frederik Nielsen, var eitt lítið sindur greiðari, og legði dent á, at tað er brúk fyri at broyta okkurt í ríkisfelagsskapinum, tí tað er ójavnvág í honum, bæði ríkisrættarliga og sosialt
Niðanfyri ber til at síggja tíðindafundin, sum var í Stokkastovuni Tinganesi seinnapartin (fundurin byrjar á umleið 5 minuttum)