Einki skal Havnin flytast inn á Skálafjørðin

Skrivað

FM1

Dagfesting

Tá ið ótrygt er undir fótum, er ráðandi og sjálvsagda áskoðanin, at so ræður um at flyta seg. Hetta er so náttúrligt, at tað man koma undir “gomul alheims heimaráð”.

Kendasta dømið man vera svenski námsbýurin Kiruna, sum verður fluttur tríggjar kilometrar, tí undirlendið er so gjøgnumgatað av námum, at tað stendur at rapa.

Orsøkin er heilt uppløgd, tí vóru eingi nám har, var heldur eingin býur, so tí var eingin ivi um, at tað var býurin, ið mátti lúta fyri námunum – og ikki øvugt.

Annað dømi er í Indonesia, har tey eru í ferð við at flyta søkkandi høvuðsstaðin Jakarta út á oynna Borneo, har nýggjur milliónabýur skal standa liðugur um góð tjúgu ár.

Um dagarnar kom so undan kavi, at borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, opinbart er farin at halda, at nú er so ótrygt undir høvuðsstaðnum, at vit tað sama kunnu fara undir at fyrireika flyting av honum inn á Skálafjørðin.

Nýggjur metropolur

Hann tykist soleiðis vera farin at barslast við høgar tankar um, hvussu triðstørsta kommuna í landinum skal víðkast og gerast nýggjur føroyskur metropolur.

Áður hevur hann verið frammi við tankanum um, at skuldi Havnin ikki funnið pláss fyri komandi tjóðleikhúsi okkara, stóð ikki á at finna byggilendi fram við vestara armi á Skálafjørðinum, har grótið úr Eystur- og Sandoyartunlunum hevur víðkað upplandið munandi.

Tey flestu yptu helst bara øksl, tá ið hetta uppskotið varð borið fram á torg, men nú tað verður endurtikið, munnu summi enntá fara at klóra sær í nakkanum, so løgið er tað.

Meira vil hava meira, so nú hevur borgarstjórin strammað skrúvuna eitt sindur aftrat og bjóðar sær til eisini at taka sær av nýggjum atløgumøguleikum til Smyril.

At tað fer at gera farleiðina hjá suðuroyingum og øðrum hálvan tíma longri, verður ikki nevnt við einum orði, men niðurstøðan hjá Tórbjørn Jacobsen er, at bæði Smyril og Tjóðleikhúsið óivað høvdu stórtrivist á Skálafjørðinum.

Tá er so skjótt at spæla sær víðari við fríu tankunum, og óivað droymir hann um næturnar søtar dreymar um løgtingshús, landsstýrisumsiting, landssjúkrahús og alt møguligt annað í fjøruni í Heiðunum, heldur enn í Havn.

Øll vilja til Havnar

Nei, einki er tað vorðið ótrygt undir Havnini, sum eisini tær mongu næstu øldirnar man fara at roynast, so vit framvegis í ókomnum døgum fara at syngja, at “veri, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg”.

Til tann dag, suðuroyingar hava fingið sín tunnil og allan sólarringin ótarnaðir kunnu ferðast millum heimstaðin og restina av landinum, eigur eingin at ivast í, at Havnin við gleði tekur ímóti bæði Smyrli og øllum teimum, sum ferðast við honum.

Sjálvandi tað, tí tey ferðandi fara væl ikki umborð á Krambatanga fyri at enda inni á Høgabóli, tá ið tað er til Havnar, tey ætla sær. Tað er her, tey vilja gera síni ørindi, og tað er væl Havnin, sum í allarflestu førum er teirra ferðamál.

Ei heldur er nøkur orsøk til at revsa stóra mentanar- og sjónleikarlívið, vit hava her á landi við náttúrligum miðdepli í Havn, við at flyta tað langt út um myndaligu bøgarðarnar í høvuðsstaðnum.

Sum við øllum øðrum, ið kemur á politiskt borð til viðgerðar, ræður um at finna loysnir. Ikki bara hissini loysnir, men varandi og berandi loysnir, ið halda og geva meining langt inn í framtíðina.

Finna dyggar loysnir

At havnastjórar og strandfarastjórar nú eisini koma fram á torg við sínum egnu meiningum um, hvussu hetta og hatta skal skipast, er sjálvandi teirra íkast til kjak og orðaskifti – men heldur ikki meira enn tað.

At tjóðleikhús og samferðsla húsast um eina og somu leið, nýtist ikki at vera nøkur forðing fyri hvørki teirra, um væl verður lagt til rættis. Ongum nýtist at missa svøvnin av framskygdum tankum og ætlanum hesum viðvíkjandi.

Vit hava brúk fyri at hugsa “out of the box”, men tó uttan púrasta at missa fótafesti. Nei, einki er neyðugt at flyta Smyril ella Tjóðleikhúsið, tí verður rætt borið at, kunnu vit fáa bæði og tað væl og virðiliga eisini.

Tórbjørn Jacobsen fær tað til at ljóða, sum kenna vit í høvuðsstaðnum okkum tyngd av, at almenni myndugleikin hevur lagt okkum eitt tjóðleikhús sum stein oman á byrðu, men so er als ikki. Sjálvandi skulu vit hava eitt tjóðleikhús í høvuðsstaðnum hjá tjóðini!

Og sjálvandi er Havnin snúningsásin og miðdepilin fyri allari samferðslu í Føroyum, tí enn sum áður snýr tað seg um, hvussu høgligast er hjá restini av landinum at sleppa til og úr Havnini. Vit skulu nokk syrgja fyri neyðugu kørmunum, so bæði Smyril og Tjóðleikhúsið fáa sítt rætta pláss!

Tað er í øllum førum ikki ein spurningur um, um Havnin skal flytast úr Havn og inn á Skálafjørðin ella aðrar staðir, men bara ein spurningur um at arbeiða væl, tí so finnast dyggar loysnir bæði fyri Smyrli og tjóðleikhúsi.

Í síðsta enda liggur tað í hondunum á Føroya Løgtingi at trýsta á knøttin og játta neyðuga peningin til at byggja Tjóðleikhúsið. Tórshavnar kommuna skal nokk halda sín part av avtaluni og tryggja Tjóðleikhúsinum nøktandi staðseting – um tað so er á Bursatanga ella á øðrum stað í høvuðsstaðnum. Samstundis sum vit enn sum áður tryggja suðringum og øðrum ferðandi nøktandi atkomumøguleikar í havnini í Havn. 

Heðin Mortensen

borgarstjóri