Eldra­økið skal fram­tíðar­tryggjast

Skrivað

Kristianna Poulsen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna skal vera eitt gott stað fyri eldri menniskju. Eldraøkið í Tórshavnar kommunu skal alla tíðina mennast, so at tilboð og tænastur eru í samsvari við tørvin. Hetta krevur politiska raðfesting, vilja og fokus.

FRAMTÍÐARTRYGGJA ELDRAØKIÐ

Eldraøkið skal framtíðartryggjast. Ein stór eftirmeting er gjørd av øllum eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Eldri, avvarðandi og starvsfólk eru hoyrd um nøgdsemi, trivnað og arbeiðsumstøður. Við hesi eftirmeting hevur kommunan eitt sera gott amboð í arbeiðinum við at framtíðartryggja eldraøkið. Tilmælini frá hesi eftirmeting fevna um allar tænasturnar á eldraøkinum, og nú verður arbeitt við at seta hesi tilmæli í verk.

Her hendir nógv innan eldraøkið í Tórshavnar kommunu, og nógv skal henda afturat.

HEIMABÚGVANDI – TRYGG OG VIRKIN

Eldri fólk skulu kunna búgva heima sum longst, og tey skulu kenna seg trygg.

Heimabúgvandi eldri í allari kommununi skulu hava heimahjálp og aðrar tænastur, sum stuðla undir, at fólk kunnu búgva heima sum longst. Eldri skulu eisini hava atgongd til fjølbroytt dag- og kvøldtilboð, so at gerandisdagurin kann vera innihaldsríkur og aktivur.

Dag- og kvøldtilboðini skulu við ráðgeving og umlætting stuðla avvarðandi, soleiðis at eldri kunnu vera heima sum longst.

Kommunan skal uppraðfesta umlætting og rehabilitering, eisini fyri at stuðla avvarðandi. Rehabilitering er ein viktigur partur av eldraøkinum, og vit hava longu góð úrslit við URD. Heimafturkomin av URD, skulu fólk hava uppfylgjandi tænastur við ergo- og fysioterapi.

ELDRABÚSTAÐIR

Tað skal bera til at skifta stóru sethúsini út við eina minni eldraíbúð. Vit skulu byggja eldraíbúðir við felagsøki, har fólk kunnu hittast til samveru og tiltøk, bæði inni og úti. Røktar- og heilsutænastur skulu vera atkomuligar, tá ið fólk hava tørv á hesum tænastum. At búgva tætt at øðrum og hava øki til sosiala samveru er sanniliga eisini fyribyrgjandi, gott fyri heilsuna og gevur betri lívskvalitet.

Nú verður nýtt Røktarheim bygt á Stórubrekku í Hoyvík. Her verða 64 búspláss og 16 røktaríbúðir. Eldradepilin í Kollafirði skal projekterast, og byggjast, tí eisini har er tørvurin stórur.

VIRÐILIGT LÍV VIÐ DEMENSSJÚKUM

Tíverri fáa fleiri og fleiri okkurt slag av demenssjúku, sum gongur hart útyvir bæði demensrakt og teirra avvarðandi. Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarlig kommuna, ið veitir demensraktum og teirra avvarðandi tilboð og tænastur, so at tey kunnu liva eitt virðiligt lív.

Støðið skal takast í menniskjanum, heldur enn í sjúkuni, og røktin skal leggjast til rættis út frá sjónarhorninum hjá demensrakta menniskjanum.

Kommunan skal raðfesta bæði búpláss og dagtilhald til demensrakt, umframt tætt samstarv við avvarðandi. Skipanin við demensdeplinum riggar væl, og kommunali demenssamskiparin er farin at virka í summar. Longu nú sæst, at tørvurin er stórur, og at hetta er ein skipan, sum skal útbyggjast. Starvsfólk innan demens skulu hava neyðugar førleikar til at loysa hetta kompleksa og krevjandi arbeiðið.

Í løtuni verður seinasta hond løgd á endurskoðaða eldrapolitikkin, sum eisini ásetur, at vit skulu vera ein demensvinalig kommuna. Hetta er eitt av nógvum tilmælum frá eftirmetingini av eldraøkinum, sum nú verða sett í verk.

STARVSFÓLK OG STARVSFÓLKARØKT

Í Tórshavnar kommunu arbeiða eini 700 fólk á eldraøkinum, og her eru útivið 500 ársverk. Starvsfólkini brenna fyri sínum gerningi og gera eitt einastandandi gott arbeiði. At arbeiða við eldrarøkt er krevjandi, bæði fakliga og persónliga.

Eldraøkinum tørvar fleiri starvsfólk við røttum førleikum at veita kompleksa viðgerð, røkt og umsorgan. Løn undir útbúgving er ein partur av loysnini. Sum heild skulu góðar arbeiðsumstøður og starvsfólkarøkt raðfestast, og kommunan skal alla tíðina gera eitt miðvíst arbeiði at rekruttera og førleikamenna starvsfólk á eldraøkinum.

Vel ein sterkan Javnaðarflokk í Tórshavnar býráð. Vit fremja úrslit.

Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar býráð